Patricks í Fuglafirði hevur í dag skift eigara.
Alfred Lambastein, sum hevur átt og rikið Patricks í sløk fýra ár, hevur í dag selt bygning og virksemi til feðgarnar, Njal, Boga og Fríða Reinert-Petersen.
Patricks er nú stongt og letur uppaftur fríggjadagin hin 5. mai.
Njal og Bogi hava áður havt virksemi í sama bygningi, og ætlanin er at finna sama leist sum seinast, siga teir.
Í ovaru hæddini verður nú gjørt klárt til billard og pool. Tvey nýggj poolborð í fullari stødd eru ávegis til Føroya.
- Hesi standa klár at taka í brúk, tá latið verður uppaftur, siga nýggju eigararnir.
Nýggju eigararnir eru spentir uppá tíðina, sum liggur fyri framman, og teir ynskja at takka Alfred Lambastein fyri tíðina.