Patrick Swayze bitin av Minnie

Tá sjónleikarin Patrick Swayze fríggjakvøldið var gestur á talkshowinum hjá Sharon Osbourne, var talan um journalistik við biti í.

Sharon sat undir hundi sínum Minnie, tá Swayze kom út til samrøðuna. Hundurin sá somikið østur út, at Swayze helt fyri:
-Minnie tú sært út sum, um tú ætlar at bíta høvdið av mær.
Sharon vildi ikki hoyra tílíkt, og greiddi frá at Minnie var ein sera fittur hundur. So Swayze setti seg óttaleystur hjá Sharon og Minnie. Men bert lítil løta gekk, áðrenn Minnie hevði biti Dirty Dancing stjørnuna. Eftir biti viðgekk Sharon, at hundurin ofta hevði biti hana. Swayze tyktist heldur kløkkur, men rýmdi tó ikki, skrivar The Sun.