Tað er freistandi. Tað er verri enn so altíð at teir klára at lata vera, men vera teir tiknir, so fellur hamarin.
Vit tosa um ólógligan innflutning av rúsdrekka og, í hesum førinum, av lóðuri.
Tollvaldið var hósdagin umborð á rækjutrolaranum Arctic Viking í sambandi við, at hann var komin aftur til Føroya.
Sum so ofta er, verður keypt í so ríkiligt av tí váta slagnum og hósdagin funnu tollararnir uml. 200 litrar av rúsdrekka, sum lá goymt umborð.
Men tað var ikki tað einasta. Tí umframt rúsdrekka fann løgreglan eisini eina rúgvu av ólógligum rifflupatrónum.
Fyri at kunna innflyta slíkt er neyðugt at hava riffluloyvi og tey eru ikki so mong, sum hava slík.
Av løgreglustøðini í Havn frætta vit, at loyvi verða givin í einstøkum førum, men sum oftast er talan um alibrúk, sum brúka rifflurnar til at avlíva kópar, sum gerast ov næskir.
? Onnur fáa ikki brúksloyvi, tí tað er næstan ikki loyvt at brúka rifflur. Onkur hevur loyvið at eiga rifflu, men tey hava ikki loyvi at brúka tær, sigur Tórmóður Mouritsen av løgreglustøðini í Havn.
Hóast góða fongin hósdagin, fóru tollararnir umborð aftur fríggjadagin og tá funnu teir enn fleiri rifflupatrónir, sum teir eisini løgdu hald á.
Sosialurin skilir, at reiðaríið hjá Arctic Viking hevur bøtt fyri skaðan við eini bót upp á umleið 100 túsund krónur.