Fótbóltur
Tað var uppgerðin millum teir báðar størstu risarnar í europiskum fótbólti. Real Madrid móti AC Milan. Kaká móti sínum fyrrverandi liðfeløgum. Sponsku europameistararnir móti italsku heimsmeistarunum.
Fasettirnar vóru nógvar og stórar, men fyrstu trý korterini av dystinum var ikki nakað, sum skapti tann heilt øgiliga spenningin.
Real Madrid var betra liðið, og tað var eisini fult uppiborið, tá Raul kundi gera sær dælt av stórum málmansmistaki hjá Dida, soleiðis at hann kundi skjóta Real Madrid framum.
Dida var tó ikki einasti málverjin, sum framdi mistøk á degnum. Real Madrid tóktist annars hava tamarhald á tí allarmesta, tá Pirlo royndi eydnuna úr 30 metrum. Canizares, sum annars verður roknaður millum teir allar bestu í heiminum, var als ikki til reiðar, og so smoygdi bólturin sær innum. Og heldur ikki var spanski landsliðsmálverjin ósekur, tá Pato økti til 2-1.
Real Madrid tóktist bjarga nakað av stoltleikanum, tá Drenthe javnaði eftir hornaspark, men aftur fekk Pato seinasta orðið. Fyrrverandi Real Madrid-spælarin, Clarence Seedorf, sendi innfyri, og við handara stólpa stóð Pato og sendi í kassan.
Aðrastaðni í Europa mest sum vissaðu Manchester United og Chelsea sær víðari luttøku í kappingini. United vann 1-0 á útivølli móti CSKA Moskva, og í London hevði Atlético Madrid ikki stórvegis møguleika móti væl upplagda Chelsea, sum vann heili 4-0.
Úrslitini í gjárkvøldið
Úrslitini í kvøld
Bólkur A
Bordeaux-Bayern München 2-1
Juventus-Maccabi Haifa 1-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Manchester United 0-1
Wolfsburg-Besiktas 0-0
Bólkur C
FC Zürich-Marseille 0-1
Real Madrid-AC Milan 2-3
Bólkur D
Chelsea-Atlético Madrid 4-0
Porto-Apoel Nicosia 2-1