Patent uppá rangt

Oddagrein

 

Nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum hevur ein keðiligan óvana, og tað er at sláa fast hetta og hatta og fortelja fólki, hvat er tann rætta søgan. Fólk, ið proklamera ?tað einasta rætta?, kunnu ongatíð gera semjur, tí tey hava rætt uppá forhond, uttan nakra diskussión, og tað er ? fyri at siga tað pent ? eitt politiskt handikapp. Vónandi ætlar Tjóðveldisflokkurin sær ikki niður á Fólkating fyri at definera fyri danska fólkinum, hvat er rangt og hvat er rætt.


Vit kunnu gera sera skjótt av, og fortelja Tjóðveldisflokkinum, at valskráin hjá teimum til Fólkatingið er fyri ein stóran mun gjøgnumførd frammanundan.


Føroyingar eiga rættin til allar inntøkur úr undirgrund Føroya. Kolvetnisskattaskipanin er samtykt, og lóggávuverkið er liðugt. Hetta punktið kann strikast av eini fólkatingsvalskrá, tí ikki tænir tað nøkrum endamáli at sáa iva um hettar. Tað einasta man kann fáa burturúr tí er óneyðugt rok í tí lættara endanum av fjølmiðlaheiminum, har vit finna danska Ekstra Bladet og onnur skandalujakstrandi tíðarrit úti sum heima. Marghattligt nokk sær út til, at tey einastu, ið undirbrotliga ganga og ivast eru Tjóðveldismenn.


Eisini er tað sera margháttligt og ikki sørt átaluvert, at Tjóðveldisflokkurin gongur og tilleggur danska Fólkatinginum meira vald, enn tað hevur. Tjóðveldismenn vilja, at danska Fólkatingið skal vælsigna hvørja formalistiska orðing. Føroyar eru ein tjóð, og tað skapar ikki virðing ella álit, um menn fara at ganga og aka á knøum niðri í Fólkatinginum fyri at fáa teir at siga hetta.


Tann dagin vit proklamera okkum sjálvi natión ? og tað kunnu vit gera nær sum helst ? so hava vit loyst. Danska Fólkatingið hevur sagt, at tað sjálvandi virðir eina føroyska avgerð, so hatta punktið kann Tjóðveldisflokkurin eisini hóskandi strika av síni valskrá, tí tað málið er loyst ? ella kann til eina og hvørja tíð loysast, um teir tora.


Einasta forðingin fyri loysingina liggur í Føroyum, og stór skomm er, at fara útum landoddarnar at royna at fáa stuðul til eina ætlan, sum ikki hevur undirtøku í Føroyska fólkinum. Fáa tjóðveldismenn fólkatingsumboð, so skal umboðið vátta, at tað vil virða donsku grundlógina. Danska grundlógin kann ikki umfata fleiri natiónir sum er, men vit kunnu loysa nær sum helst, um vit eru ónøgd við tað. Raðfylgjan má vera tann rætta ? vil man kalla seg natión í ST høpi, so má man útum grundlógina, og er eingin trupulleiki við tí. Spurningurin er bert, um vit føroyingar vilja tað ? og har er svarið heilt greitt nei.