Tað skal ikki bera til hjá nøkrum at taka patent upp á ílegur, DNA, frá menniskjum. Men hinvegin skal bera til at taka patent upp á ílegur, sum eru mentar og framleiddar, men uttan at stava beinleiðis frá menniskjum.
Tað hevur amerikanski hægstirættur gjørt av, í sambandi við at biotøknifyritøkan, Myriad Genetics, hevur søkt um patent upp á tvær ílegur, sum hava samband við arvaligan bróstkrabba og krabba í eggjastokkunum.
Myriad Genetics vildi sleppa at royna málið í hægstarætti, eftir sum fyritøkan hevði tapt eitt mál um hetta í einum lægri dómstóli, men hægstirættur kom altso til ta niðurstøðu, at Myriad Genetics ikki kann fáa patent upp á nevndu ílegur.
Sambært úrskurð í einum av lægru dómstólunum, hevði fyritøkan rætt til at fáa pantent, men tað elvdi til mikla mótstøðu frá ikki minst atfinnarum, sum hildu hetta vera eina forðing fyri granskingina.