Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal í kvøld spæla triðja og seinasta dystin í hesi HM undankappingini. Føroyar hava tapt við átta málum fyri Ukraina og Rumenia. Dysturin í kvøld er móti Italia, sum er styrkismett lægri enn hini bæði, men uppgávan er ikki minni.
Les eisini: Hesum skulu vit ansa eftir hjá Italia
Undan fráferðini varð tosað um, at Føroyar høvdu ein góðan møguleika móti Italia, sum er minsti bitin av teimum trimum í okkara bólki. Italia tapti eisini við 10 málum fyri Rumenia í fyrsta dystinum, men Føroyar taptu við átta málum móti teimum.
Les eisini: Hetta siga veddingarfyritøkurnar
Tí var lagið á eini leið, tá venjaratoymið setti seg at hyggja eftir dystinum millum Italia og Ukraina í gjárkvøldið. Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at vertirnir fingu eyka styrki av øllum viðhaldsfólkunum í Palasport høllini í Bolzano.
Liðini fylgjast allan vegin og fimm sekund fyri tíð, skorar Italia til 29-28. Ukraina nær ikki at seta spælið í gongd aftur, so er liðugt og fagnaður í høllini. Italia fór frá at verða ein lítil pastarættur til eina stóra familjupitsa.
Síggj avgerandi málið og fagnaðin við at trýsta HER (Mást hava Facebook fyri at síggja)
Einasta troystin er, at vertirnir hava brúk nógva orku og havt nakrar tímar minni hvíld enn okkara. Munurin er millum liðini er ikki størri enn so, at tað kann blíva spennandi í kvøld, men tað kemur óvart á, at Italia vinnur á Ukraina.
Helgi Hoydal (brot í fótinum) og Fríði Weyhe (brot í hondini) verða ikki við. Tróndur Kragesteen hevur trupulleikar við økslini, men er meldaður klárur. Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 19.15 og Helgi Hoydal verður viðmerkjari.
Ferðafrásøgn út Italia:
1. partur: Úr Føroyum til Bolzano