Passiv royking

Heini í Skorini, blaðmaður og lesandi

Roykjarar eru farnir at blása í lúður og horn orsakað av ætlanunum hjá Hans Paula Strøm um at víðka tubbakslógina frá mei 2005, so at hon ikki bara bannar royking á almennum arbeiðsplássum, men í øllum tí almenna rúminum við fáum undantøkum.
Heksajagstran, diskriminatión og farisearalyndi eru millum herrópini hjá Óla Breckmann, Tobba og Kristiani Magnussen, nú teir verða offraðir á fólkaheilsunnar altari í eirindaleysu herferðini hjá Hans Paula og okkum ikki-roykjarum.
Men tann sannroynd, at vit onnur ikki kunnu ferðast í almenna rúminum uttan at verða tvangsinnløgd til at inhalera deyðsvandamiklan royk, leggja roykjararnir líka í. Teir vilja sleppa at roykja. Og so skít verið við restini.
Flestu londini í Evropa hava langt síðani samtykt roykibann í almenna rúminum. Men Føroyar eru – sum ikki einaferð – eftirbátur á økinum. Og í royndunum at steðga hesum stóra frambroti eru roykjarar vorðnir meistarar til at átaka sær ein patetiskan offurleiklut, sum totalt ignorerar tann mest sentrala eginleikan við royking. Nevniliga, at roykingin hjá nøkrum fáum tvangsinnleggur øll onnur til eisini at roykja. Hetta er munurin á royking og øðrum heilsuskaðiligum (ó)vanum. Hvørjaferð ein roykjari tendrar eina sigarett í almenna rúminum, forpestar hann sama almenna rúm við deyðsvandamiklum royki og tvingar síni medmenniskju til ófrívilligt at inhalera sjúkuelvandi tubbakspartiklar.
Her hava vit í grundini klassiska problematikkin um frælsi til og frælsi frá. Roykjarar vilja hava frælsi til at roykja í almenna rúminum. Og ikki-roykjarar vilja hava frælsi til at sleppa undan at vera passivir roykjarar.
Er tað rætt, at frælsið hjá nøkrum fáum roykjarum skal grípa oyðileggjandi inn í frælsið hjá okkum mongu ikki-roykjarum? Er tað ikki ein mannarættur at sleppa undan at vera passivur roykjari? Jú vissuliga!
So, góðu Tobbi, Kristian og Óli. Eitt og hvørt samfelag er bygt upp við støði í meginregluni um, at “títt frælsi endar, tá mítt frælsi byrjar”. Hetta er markið fyri øllum rættindum. Og líkamikið hvussu vælsignaður ein roykur kann vera, hava tit ongan rætt til at tvinga vandamikla roykin niður í øll onnur, sum so fegin vildu sloppið undan.