Passatvindur yvir Mallorca og Barcelona

Mikudagin í síðstu viku royndarkoyrdu vit nýggja VW passat í Barcelona í Spania, samstundis sum Volkswagen bilforhandlarar vóru í somu ørindum á frítíðaroynni Mallorca

Barcelona: Bilverksmiðjurnar brúka nógva orku og nógvan pening upp á at marknaðarføra eitt nýtt bilmodell. Tað er av alstórum týdningi at bilurin fær góða umtalu. Motorjournalistarnir skulu sannførast um, at júst teirra bilur er tann besti. Kappingin millum bilverksmiðjurnar er beinhørð.

Mikudagin í síðstu viku royndarkoyrdu vit nýggja VW passat í Barcelona í Spania. Veðrið var gott, millum 15 og 20 hitastig, og umstøður av teimum allar bestu.

Passatar í so gott sum øllum útgávunum stóðu klárir í floghavnini, tá ferðalagið við motorjournalistum kom til hendan søguliga býðin, sum m.a. er kendur fyri fótbólsliðið FC-Barcelona og stórslignu listaverkini og bygningarnar hjá arkitektinum Antonio Gaudi (1852-1926).

Leiðin gekk suðureftir, og bilarnir vóru royndarkoyrdir undir nógvum ymiskum koyriumstøðum, alt frá motorvegi til smalar og krókutar bygdarvegir uppi í fjøllunum.

Við eitt gamalt hugnaligt restaurerað slott uppi í fjøllunum var skiftistøðin, har vit fingu frokost og kundu royna Passatar í øðrum útgávum og motorum, bensin, diesel, automatgir o.s.v. Har var gott høvi at royna allar tær teknisku finessurnar.

Sjálvsálitinum feilti einki, tá umboð fyri VW-konsernina høvdu tíðindafund, har teir greiddu frá um bilin t.d. teknisk data, uppbygging, hentleikar, og hvat teir væntaðu sær av nýggja Passatinum, sum teir søgdu var besti miðalklassabilur í Evropa.
Vit sum høvdu royndarkoyrt bilarnar kundu ikki annað enn staðfesta, at talan var um ein gjøgnumførdan bil. Vit høvdu heldur ikki væntað annað.

VW Passat eru uppkallaðir eftir passat-vindunum sum alt árið blása frá suptropisku hátrýstøkjunum inn móti ekvator.

Morgunin eftir skuldu vit koyra bilarnar frá hotellinum har vit búðu til floghavnina. Tað var ikki bara sum at siga tað at finna leiðina fram í tætta ferðslumeldrinum í Barcelona. Bilurin var ein 2,0 TDI við DSG-automatgirkassa og navigatiónsskipan har bæði ein rødd og displayið á instrumentborðinum leiddi okkum gjøgnum býin og út í floghavnina. Vit komu fram í øllum góðum.

Í flogfarinum settu motorjournalistarnir seg við fartelduni at skriva og finna myndir. Teir sum arbeiða á bil-magasinum og á tíðindabløðum ferðast nógv, og tíðin skal útnyttast væl.

Samstundis sum vit royndarkoyrdu Passatarnar í Spania, vóru Volkswagen bilforhandlararnir í somu ørindum á frítíðaroynni Mallorca, teirra millum føroyski VW-umboðsmaðurin Øssur Johannesen.