Pass er gott!

Spøl frá EM

Pass er eitt nógv undirmett meld í bridge. Í hesum spælinum ímóti Grikkalandi (11-19) stóðu Hans Jacob og Arnbjørn seg væl við bara at melda pass!

NR.76543
N/A1042
J10953
-
Q109AK82
AQ5K8763
K4Q62
AQ1042J
J
J9
A87
K987653

SVNE
Arnbjørn
SivertsenAristidis
SapounakisHans J
PetersenEmmanouil
Chadzidakis
--pass1hj
pass2klpass2ru
pass2sppass2ut
pass3hjpass4hj
pass4utpass5hj
pass6hjpasspass
pass

Sunnan kann verða freistaður at melda inn ella sperra í kleyvara, men tað er litgóðskan alt ov vánalig til, og hetta hevði lættliga kostað 800 ella 1100. Pass er gott!
Tá EV koma í 6hj, kann eisini vera freistandi hjá Norðan at dupla ? ein útspælsvegleiðandi dupling, sum í hesum førinum hevði biðið makkaran spælt kleyvara út. Men tíbetur tagdi Hans Jacob. Ein dupling hevði givið EV møguleikan at flutt í 6ut, sum ikki kann setast.
Kontraktin varð sett. Arnbjørn tók ru A í útspælinum og spældi síðan kleyvara, sum makkarin trumfaði. Í hinum rúminum meldaðu Bogi og Rói 4hj, eftir at Norðan hevði sperra í kleyvara, og fingu 12 stikk. 13 imp inn.