Í sambandi við nógva tosið seinastu tíðina um at privatisera og útlisitera, hevur Vinnuhúsið eisini gjørt sína viðmerking til malini í seinasta tíðindaskrivinum.
Vinnuhúaisð skrivar, at fleiri almennir stovnar hava valt at seta starvsfólk í starv, í staðin fyri at keypa tænastu frá privatum fyritøkum. Hetta er galdandi innanfyri fleiri vinnugreinir, til dømis: Almennir stovnar velja at seta teldufólk í staðin fyri at keypa tænastuna frá einari privatari fyritøku, almennir stovnar velja at seta fulltrúar og ráðgevarar í starv í staðin fyri at keypa ráðgeving frá privatum ráðgevaravirkjum, og almennir stovnar velja at seta handverkarar í starv í staðin fyri at bjóða arbeiðið út ímillum privatir entreprenørar.
MVG
? Í fleiri ár hevur verið ført fram, at mvg?ið hevur forða almennum aðalstýrum og stovnum í at keypa tænastur frá privatum virkum, tí at aðalstýri og almennir stovnar ikki hava fingið mvg?ið endurrindað. Hesi viðurskifti er broytt frá 1. januar í ár, men her manglar ein kunning um tey broyttu viðurskiftini.
? Men hetta er tó ikki so einfalt, skrivar Vinnuhúsið. Tá ið ein privat fyritøka bjóðar uppá eina tænastu, er hon noydd at taka umsitingarútreiðslur, kapitalkostnað, inntøkur v.m. við í prísin, umframt løn til starvsfólk. Ein kostnaðarmeting verður gjørd út frá hesum.
? Tað eru viðurskifti, sum benda á, at almennir myndugleikar bara taka lønarkostnaðin av starvsfólkinum við, tá ið samanlíknað verður við prísin hjá tí privata, og tá sigur tað seg sjálvt, at roknistykkið hjá tí almenna verður bíligari.
Hava servitan
? Men hetta er ein skeiv samanbering. Almennir myndugleikar eiga at taka umsitingarútreiðslur, hølisútreiðslur við meira við, tá ið samanlíkað verður, tí aðalstýri og almennir stovnar rinda fyri hesar útreiðslur. Kostnaðarmetingin byggir í alt ov lítlan mun á, hvat vøran ella tænastan í veruleikanum kostar tí almenna at framleiða. Tað hava verið nógv dømi seinastu tíðina, har almennir stovnar hava valt at seta starvsfólk í starv í staðin fyri at nýta privatar fyritøkur, sum ofta hava eina servitan á økinum.
? Fyri at bøta um hesi viðurskifti og broyta hugsunarháttin hjá fólki, kundi tað í eini skiftingartíð verið eitt krav til aðalstýri og stovnar, at ein partur av uppgávunum skal bjóðast út alment. Ein verulig kostnaðarmeting eigur síðani at vísa, um privat feløg eru før fyri at kappast við aðalstýrið og stovnar, skrivar Vinnuhúsið.