Partrolararnir vánaligan fiskiskap

Partrolarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur.

- Partrolarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur. Onkur pør hava tó fingið nakað av fiski. Eitt par hevur fiskað svartkalva, og trý pør eru á gulllaksaveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Ein djúpvatnstrolari er í Eysturgrønlandi á svartkalvaveiði og frystir veiðina umborð. Tað er bara ein djúpvatnstrolari, sum fiskar svartkalva, sum kemur inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir trolbátar eru vesturi á Rygginum, og ein ella tveir koma inn at landa í vikuni sum kemur. Tveir bátar eru eisini á landleiðini, og ein teirra kemur helst inn at landa mánadagin - og hin seinni í vikuni.

 

- Teir, sum eru á landleiðini, fiska mest tosk og flatfisk og eitt sindur av havtasku. Teir, sum eru á Rygginum, fáa  mest av toski og  smávegis av øðrum, verður lagt aftrat.