- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa so hvørt, sum næsta vika gongur. Flestu skipini fiska upsa, men okkurt parið fiskar mest kongafisk.
Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan inn at landa í vikuni sum kemur. Restin av partrolarunum liggja við bryggju.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru fimm trolbátar til fiskiskap. Væntandi koma allir inn at landa fyrst í næstu viku.
- Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av havtasku, reyðsprøku og tungu.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og helst kemur annað av teimum - og møguliga bæði - inn at landa síðst í næstu viku.
Triðja garnaskipið er norðan fyri og fiskar havtasku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men fiskiskapurin eftir havtasku kundi væl verið betri.