Partrolarar landa í næstu viku

Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og bæði skipini hava brúkiligan fiskiskap.

- Flestu partrolarapørini eru til fiskiskap, og tey koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, nú mett er um ráfiskaútlitini til næstu viku.

 

Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein kemur væntandi inn at landa fyrst í næstu viku. Hesin hevur mest av svartkalva og kongafiski.

 

- Hinir djúpvatnstrolararnir koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku. Tveir fiska upsa, og ein fiskar kongafisk, verður lagt aftrat.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya mettu um næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara væntandi út aftur, tá líkindini verða betri.

 

- Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og hesi skipini hava brúkiligan fiskiskap. Teir koma inn at landa ávikavist fyrst og síðst í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.