Partrolarar hava fleiri rættindi enn samkynd

Í dag hevur árliga Faroe Pride skrúðgongan verið í Havn - hygg eftir myndum her!

Felagsskapurin LGBT skipaði í góðveðrinum í dag fyri árligu Faroe Pride skrúðgonguni, sum skal vísa á ymiskleikan í føroyska samfelagnum og er til frama fyri rættindum hjá samkyndum.


Gingið frá Gundadalshøllini og á Skálatrøð, har ókeypis konsert var við bólkum sum Byrta, Signari í Homrum, Hanusi G. Johansen og fleiri.

Nógv skelti vóru at síggja í skrúðgonguni, og eitt av teimum hevði boðskapin: ”Partrolarar hava fleiri rættindi enn samkynd pør”.

Niðanfyri ber til at síggja myndir frá tiltakinum, sum Sigmar Mørkøre tók.