Partrolarar hava brúkiligan fiskiskap

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap Tveir koma inn at landa mánadagin, og tveir koma seinni í vikuni.

Tey fimm partrolarapørini, sum í løtuni eru til fiskiskap eftir upsa, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, eitt nú toski, longu, hvítingi og hýsu.

 

- Onkur pør koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiði. Teir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Tveir koma inn at landa mánadagin, og tveir koma seinni í vikuni.

 

- Trolbátarnir hava mest av havtasku, toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fýra garnaskip eisini eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.