Partrolarar gera okkurt gott hálið

- Vit vænta øll garnaskipini hesa vikuna, men fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin roynist misjavnur. Tey pør, sum eru hepnast, fáa okkurt gott hálið. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra partrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum, og tað er mest djúpvatnsfiskur, sum skipini liggja eftir. 

 

- Tveir djúpvatnstrolarar landa ætlandi fyrst í vikuni, og síðan landa tveir aðrir seinni í hesi vikuni.

 

Fyrst í vikuni var ein trolbátur á landleiðini, og tveir vóru norðanfyri. Ein trolbátur landaði í gjár, og hinir koma inn at landa seinni í hesi vikuni.

 

- Vit vænta, at øll garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa hesa vikuna, men fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur, verður lagt aftrat.