Partrolarar á upsaveiði framvegis smáligan fiskiskap

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku og koma allir inn at landa í næstu viku.

 

Tað broytist lítið og einki hjá partrolarunum, og upsafiskiskapurin er framvegis smáligur.

 

- Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og flestu koma inn at landa í næstu viku. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at flestu partrolarapør fiska upsa.

 

- Partrolararnir fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku og koma allir inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin smáligur, men brúkiligur á havtaskuveiði.

 

Lagt verður aftrat, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.