SKOTLAND
Tað er lítið hugaligt hjá Jákupi Mikkelsen í Glasgow. Felagið hjá honum, Partick Thistle, tapir og tapir, men venjarin tykist ikki halda, at málverjin, Kenny Arthur, eigur lut í tapunum. Í hvussu so er hevur hann ikki enn givið Jákupi Mikkelsen nýggjan møguleika, eftir at Jákup fyri meiri enn einum mánað síðani misti plássið ímillum stólparnar, tá ið hann var sjúkur í eina viku.
Venjarin, Gerry Collins, tykist ætla sær at halda fram, sjálvt um liðið hjá honum ikki enn hevur vunnið. Leiðslan hevur undirstrikað, at hon hevur fult álit á venjaranum, og í vikuskiftinum boðaði Gerry Collins frá, at tað kann roknast við, at einstakir spælarar fara at verða seldir í januar, tá ið hann ætlar at fáa nýggjar spælarar til felagið.
Leygardagin var uppgávan hjá Partick Thistle rættuliga stór. Teir vitjaðu meistaraliðið Glasgow Rangers. Úrslitið var 3?1 heimasigur, men sambært skotskar fjølmiðlar stóð Partick Thistle seg so mikið væl, at teir áttu at havt betri uppiborið, men teir vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðnum.
Danski Rangers spælarin, Peter Løwenkrands, var rættuliga eyðsýndur. Hann tiltuskaði sær frísparkið, sum í 8. minutti varð sent upp um manngarðin og í netið. Í 1. hálvleiki vóru gestirnir leikliga omaná, men teir fingu einki mál, og fimm minuttir undan steðginum økti Rangers til 2?0.
Tjúgu minuttir undan leikloki økti heimaliðið við brotssparki. Peter Løwenkrands varð feldur. Átta minuttir undan leikloki pyntaði Partick Thistle um.










