Partick tapti aftur

Skotska felagið hjá Jákupi Mikkelsen er nú um at verða fullkomuliga isolerað í botninum av bestu deildini

Skotland

Jákup Mikkelsen var ikki í málinum, tá skotska felag hansara, Partick Thistle, leygardagin leikti móti Dundee United. Dundee hevur í ár sett sær sum mál at koma út í Europa at spæla, og í hesum royndum hava teir av álvara roynt at styrkt um hópin. Fyribils hevur hetta givið úrslit í, at italienski Fabrizio Ravanelli nú hevur fingið annað álopsplássið á liðnum, og tað var eisini hann, sum átti størsta lutin í einsamalla málinum í dystinum. Hetta skeyt spanski Nacho Novo, men tað var italski silvurrevurin, sum átti forarbeiðið til málið.
Umframt Ravanelli hevur Dundee boðað frá, at teir í løtuni royna at fáa avtalu í lag við Edgar Davids um at spæla við liðnum hetta kappingarárið. Tað tykist mest sum víst, at Davids ? sum í løtuni er sáttmálabundin at Juventus ? skal spæla við Roma næsta kappingarár, men fram til tá tykist vera sera avmarkað, hvat hann skal rokna við av spælitíð í Juventus.
Slíkan styrk kunnu Jákup og teir í Partick bert droyma um. Men einki er at ivast í, at tað vildi verið kærkomið, um onkrar heimsstjørnur skuldu leitað sær til teirra. Eftir fyrstu níggju umførini eigur liðið framvegis fyrsta sigurin til góðar, og munurin upp til næstu liðini veksur spakuliga, soleiðis at tað skjótt kann gerast meira enn møtumikið at skula lívbjarga sær í deildini.