SKOTLAND
Tað tykist ikki sum um, at Partick Thistle skal megna at vinna í hesum kappingarárinum. Leygardagin var uppgávan kortini ríkiliga stór. Teir vóru á útivlli ímóti oddaliðnum Celtic, og teir í stórfelagnum vístu onga náði ímóti lítla býarfelagnum. Partick stríddi seg upp á 1?1, men heimaliðið vann 3?1. Partick hevur framvegis bara tvey stig.
Aberdeen, sum er næstaftast, fekk 2?2 á útivølli ómóti Dunfermline, so frástøðan til bjargingina gjørdist størri hjá Partick Thistle. Jákup Mikkelsen var enn eina ferð á beinkinum.
Í Skotlandi varð í síðstu viku tosað nógv um, at Partick Thistle venjarin skuldi fáa sekkin. Hann fekk ein møguleika afturat, men nú man línan hjá honum vera rættuliga kløn.










