Partenariatið er eitt lukkað forum

Á Faroexpo hevur tú eitt heilt serligt høvi at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum.

Skráin fyri Faroexpo-tiltakið byrjar við móttøku - Get together - á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið, 26. oktober klokkan 19.30. Tað verður Símun Hammer, stjóri í VRG (Virkisráðgevingini), sum fer at bjóða vælkomin og fer at greiða frá um Faroexpo.

 

Móttøkutiltakið varar til umleið klokkan 21, og her verður eisini høvi til lættari ábit og netverkan.

 

Hósmorgnin, 27. oktober klokkan 8, byrjar partenariatið í ítróttarhøllini í Runavík. Partenariatið, sum er ryggurin í Faroexpo, varar í hálvan annan dag, allan hósdagin og hálvan fríggjadagin, soleiðis at almenna ráðstevnan kann fara í gongd klokkan 13 fríggjadagin.

 

- Partenariat-konseptið er ein háttur at knýta viðkomandi sambond. Her fært tú sum luttakari eitt heilt serligt høvi at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum. Eitt partenariat er eitt lukkað forum. Tað merkir, at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd. Partenariatið setir fokus á fyritøkur innan ymiskar vinnugreinar.

 

Fyrireikararnir vísa á, at ein profilur av luttakandi fyritøkunum verður lagdur á heimasíðuna hjá Faroexpo, og hesin sæst bert av teimum fyritøkunum, ið hava meldað til. Tá meldað verður til, fært tú eitt loggin og harvið møguleikan til at bíleggja fundir við aðrar luttakarar.

 

Lagt verður aftrat, at stutt áðrenn Faroexpo byrjar, verður eitt yvirlit yvir fundir sent luttakarunum, soleiðis at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.