partarnir mugu semjast

Signar á Brúnni heldur tað vera órímiligt av Føroya Lærarafelag at seta fram krav ímóti sær

Signar á Brúnni heldur tað vera órímiligt av Føroya Lærarafelag at seta fram krav ímóti sær





Lærarafelagið hevur kravt av landsstýrismanninum í skúlamálum, at hann ger greitt, hvat hann vil við nýggju fólkaskúlalógini. Landsstýrismaðurin, Signar á Brúnni, sigur, at Lærarafelagið kennir hansara støðu í málinum.

Hann sigur, at hann sat í andstøðu, tá lógin kom fyri og at hann vísti á veikleikar og skeivleikar við lógaruppskotinum, tí ein ikki setti upp, hvat ein nýggj fólkaskúlalóg kom at kosta.

? Síðani vartaði ein upp við einum tali, sum eg vísti á fór ikki at halda. Tíverri fekk eg rætt í hesum, sigur Signar á Brúnni, sum viðgongur, at hann situr við trupulleikunum í dag.


Ikki avtaka lógina

Hann er tó ikki samdur við formanninum í løgtingsins mentanarnevnd, ið hevur mælt til at avtaka lógina.

Fólkaflokkurin eigur formannin í nevndini og Signar á Brúnni vísir á, at Fólkaflokkurin var við til at trýsta nýggju fólkaskúlalógina ígjøgnum, hóast flokkurin var kunnaður um, at lógin fór at kosta meir.

? Men hatta er farið og vit mugu víðari, sigur Signar á Brúnni.

? Spurningurin er, hvat ítøkiligt verður gjørt. Eg havi verið í samband við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, um viðurskiftini. Verkfallið kann ikki halda fram og eg eri samdur við skúlastjórunum, sum vilja hava enda á arbeiðssteðginum, tí hann er so niðurbrótandi fyri skúlan. Vit hava tikið samstarv upp og embætisfólk hjá Fíggjarmálastýrinum og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hava tosað um málið, sigur Signar á Brúnni.


Órímiligt

Hann vil ikki siga meira, fyrr enn embætisfólkini hava tosað seg fram til, hvat er gjørligt.

Hann heldur tó vera eitt sindur órímiligt av Lærarafelagnum at koma við einum kravi til sín og hann sigur seg ikki heilt vita, hvat liggur í hesum.

? Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag mugu vísa vilja og gera sítt til, at fáa samráðingarnar ganga, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður.