Áhugin fyri kapitalhækkingini í Eik var so mikið stórur at hon var fullteknað. Eik Banki verður børsskrásettur í morgun
Í tíðarskeiðinum 21. juni ? 5. juli 2007 skipaði Eik Banki P/F fyri einari kapitalhækking við fortekningarrætti til verandi partaeigarar. Áhugin fyri kapitalhækkingini var stórur, og tí varð hon fullteknað stendur á heimasíðuni hjá Eik.
Tey, sum frammanundan áttu ella útvegaðu sær fortekningarrættir, fingu teknað tey partabrøv, sum rættirnir góvu. Hinvegin hava íleggjarar, sum ynsktu at tekna til kurs 575 uttan fortekningarrætt, ikki fingið partabrøv í hesum umfari.
?Eik setti sær fyri, at ein góð millión partabrøv skuldi teknast, og hetta mál er rokkið. Vit fegnast um, at verandi partaeigarar fyri stóran part hava brúkt sínar fortekningarrættir, tí tað bendir á, at partaeigararnir hava álit á Eik. Eisini bjóða vit teimum nýggju partaeigarunum, ið hava teknað við at ognað sær tekningarrættir, hjartaliga vælkomnum sum partaeigarar í Eik?, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Eftir kapitalhækkingina hevur Eik Banki knappliga 11.000 partaeigarar í tilsamans 23 londum.
Eik Banki verður í morgun kl. 11.00 tvískrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Reykjavík og Keypmannahavn. Skrásetingarhátíðarhald verður í høvuðssætinum hjá Eik í Havn, og tað verður netvarpað beinleiðis frá kl. 10.45 á hesum heimasíðum: www.eik.fo og www.18-25.fo