Partabrøv til fólkið

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lata øllum Føroyingum partabrøv í Føroya Banka hevur sum heild fingið góða móttøku. Onkur hevur tó talað at.

Umboð fyri kappingarneytan hjá Føroya Banka tosaði um kappingaravlaging. Tað er væl skilligt, at hann er eitt sindur misnøgdur, men til tað er bert at siga, at kappingaravlagingin hendi, tá bankin varð bjargaður, og at tað er farið afturum nú. Borgarin eigur bankan sum er, so tað burdi ikki broytt so nógv upp á loyalitetin.

Formaðurin í Búskaparráðnum segði, at tað gjørdi hvørki til ella frá, um partabrøv vóru latin borgarnnum, men at partrabrøvini við tíðini fóru at samlast á færri hondum. Tað er eingin, sum hevur pástaðið, at partaeigarabýtið fór at vera tað sama í allar ævir, og er tað ein sjálvfylgja, at tað broytist. Tað sum hevur týdning má vera, at borgarin sjálvur ger av, hvat hann ætlar við partabrøvunum. Óivað vilja tey flestu varðveita sítt partabræv sum eina uppsparing.

Karsten Hansen vísir enn einaferð sítt snildi í at gera samanberingar. Hann kallar tað ein blokk til allar føroyingar. Nú er ilt at siga, hvat maðurin hugsar fyri sær, men so vítt vit vita, so er hetta ein ognaryvirføring, ið skal fara fram yvir eitt styttri tíðarskeið, og tí als ikki kann samanberast við nakran blokk.

Løgið, at uppskotið hevur fingið so kalda móttøku frá tí fyrr so verkamannavinarliga Tjóðveldisflokkinum. Er tað fullveldisgrunnurin, ið gerst ov slunkin? Argumentið um yvirforbrúk heldur ikki, um man hyggur at søguni. Tá vit nú vita, at søguligt baksýni ikki er sterkasta síðan hjá nýggja ættarliðnum í Tjóðveldisflokkinum, so er tað upp á sítt pláss, at vit minna á, at føroyingar vanliga sita á partabrøvum og handla í ógvuliga moderatum málistokki.

Onkur vil siga, at hetta fer at broytast, tá partabrævamarknaðurin kemur. Her má man heldur siga, um hann kemur. Tað er sera ivasamt, um hann nakrantíð kemur, tá man nú sær, hvussu stórir partabrævamarknaðir úti í heimi stríðast við manipulering, insidara problematikki o.s.fr.

Vónandi fer uppskotið at vera framt í verki, uttan at man fer at blanda gomul partabrøv uppí. Skulu gamlir aktionerar yvirhøvur koma uppá tal, so má man finna allar smáaktionerarnir fram aftur, har partabrøvini vóru niðurskrivaði á null, og tað ber illa til. Tí kunnu gomlu stóraktionerarnir gloyma alt um uppskriving, uttan at allir teir gomlu sleppa upp í part. Ikki hevði tað verið rættvíst, um onkur palliba, ið átti túsund krónur í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka sat við sviðið soð, tí hansara brøv fyri nøkrum árum síðani fóru á null, meðan gomlu stóreigarnir, ið eisini stýrdu bankunum, nú aftur fingu í posa og sekk. Skattgjaldarin eigur bankan, og tí fær uppskotið frá Jóannis Eidesgaard vónandi breiða undirtøku í verandi líki.