Gudme Raaschou Bank heldur partabrævið hjá Atlantic Petroleum vera so spennandi, at bankin hækkar væntanina til partabrævið 52 prosent og mælir íleggjarum at keypa Fyrr hevur Gudme Raaschou Bank sett kursleguna fyri partabrævið hjá Atlantic Petroleum á 1.050 krónur, men í einari nýggjari greining sigur bankin seg vænta, at kurslegan verður 1.600 krónur, upplýsir Børsen.
Bankin sigur í greiningini, at góða royndarboringin í Hook Head-økinum er ?sera týdningarmikil fyri virðið á felagnum? og sigur eisini, at ?mest sannlíkt verður framleiðsla í økinum, og hetta ger annað virksemi hjá Atlantic Petroleum í írskum øki munandi meira áhugavert.?
Børsen staðfestir, at tá Atlantic Petroleum fyri stuttum fann kolvetni í Hook Head-kelduni, setti hetta ferð á eina rættiliga partabrævafest. Partabrævið hjá felagnum er seinasta mánaðin hækkað 20,5 prosent, hóast partabrævamarknaðirnir hava verið fallandi.
Kelda: Føroya Banki