Í part við Havnini

Mánakvøldið varð sligið fast, at Kirkjubøur og Velbastað verða partur av Tórshavnar kommunu, tá sáttmálin um samanlegging varð undirskrivaður í Roykstovuni í Kirkjubø

SAMANLEGGING

Gamla bispakontórið í Roykstovuni í Kirkjubø var mánakvøldið karmur um undirskrivingina av søguliga sáttmálanum, sum leggur saman Kirkjubøar kommunu og Tórshavnar kommunu í eina kommunu.
Søguligu pennastrokini tóku Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, og Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubøar kommunu, sær av.
Samanleggingin er kortini ikki endalig enn. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í kommunumálum, skal góðkenna sáttmálan, og hetta hevur hann ikki gjørt enn.
Tískil kundi hann ikki seta sína undirskrift á sáttmálan. Tað er ikki greitt, nær sáttmálin verður góðkendur. Higartil hevur Løgmálaráðið kravt nakrar broytingar, sum vóru gjørdar, áðrenn undirskrivingina mánakvøldið.

Liðugt
Við undirskrivingini endar tíðarskeiðið við sjálvstøðugari kommunu í Kirkjubø og á Velbastað.
Teir 226 íbúgvarnir verða 1. januar 2005 endaliga partur av Tórshavnar kommunu, sum nú fer at umfata alla Suðurstreymoy.
Kommunan hevur eina ríka søgu, og serliga Kirkjubøur sum gamla høvuðssæti hjá kirkjuni og múrinum fyllir ein fittan part av Føroya søgu.
Í sambandi við undirskrivingina av sáttmálanum, bjóðaði bygdarráðið í Kirkjubø býráðslimunum og umsitingarligu toppunum hjá Tórshavnar kommunu umframt umboðum úr Løgmálaráðnum til ein døgurða í Roykstovuni í Kirkjubø.
Annfinn Brekkstein segði áðrenn undirskrivingina, at samanleggingin hevði stóran týdning fyri Kirkjubøar kommunu, og hann var sannførdur um, at hetta var rætta stigið at taka við atliti at framtíðar krøvum og avbjóðingum.
Bæði Tórshavnar býráð og bygdarráðið í Kirkjubø samtyktu einmælt at taka undir við sáttmálanum og samanleggingini.
Verandi bygdarráð Kirkjubøar kommunu verður sostatt tað síðsta í røðini av bygdarráðum, sum fólkið í kommununi hava valt at umboða seg.
Til 2005 verða umboð fyri Kirkjubøar kommunu í nevndunum hjá Tórshavnar býráði, og býráðið fær somuleiðis umboðan á fundum hjá bygdarráðum.
Við kommunuvalið í 2004 skal eisini ein trímannanevnd fyri Kirkjubø og Velbastað veljast. Uppgávan verður at ráðgeva býráðnum um ymisk viðurskifti, sum viðvíkja gomlu kommununi.

Barnagarð
Av teimum 226 fólkunum í Kirkjubøar kommunu er sjeyti teirra børn undir sekstan ára aldur, t.e., sum ganga í vøggustovu/barnagarð ella fólkaskúla.
Hetta er 31% av fólkatalinum. Tilsvarandi búgva 18.420 fólk í Tórshavnar kommunu sum er. Í Havn eru 27% av fólkinum í millum null og sekstan ár.
Ein nýggjur ansingarstovnur á Velbastað er ein av fyrimunum við samanleggingini. Eisini skulu aðrar íløgur gerast í báðum bygdunum, m.a. vatnleiðingin.
Sum úrslit av samanleggingini veksur ikki bert fólkatalið í Tórshavnar kommunu. Íløgukarmurin hjá kommununi veksur eisini tilsvarandi vøksturin í fólkatalinum.
Høvuðsargumenti fyri samanleggingini hevur eisini verið, at kommunan hevur fyri neyðini at gera størri íløgur, enn hon hevur loyvi til, og tískil er samanleggingin neyðug.
Tað vóru ikki øll, sum vóru fyri samanleggingini. Fortalararnir ímóti hildu í fyrsta lagi, at samanleggingin varð skundað ígjøgnum, og í øðrum lagi varð hildið, at ein samanlegging ikki var neyðug, tí kommunan átti og kundi klára seg sjálva.
Men fólkaatkvøðan leygardagin 24. mai. vísti ein meiriluta fyri samanlegging. 85 søgdu ja til samanlegging, og 53 søgdu nei. Hetta gevur prosentbýti 61,6% fyri samanlegging og 38,4% ímóti. Valluttøkan var heili 95,8%, har 138 av 144 vóru á vali.
Tískil vildu bæði fólk og bygdarráð hava kommununa upp í høvuðsstaðin.
Samstarvað hevur verið millum kommunurnar í stóran mun seinnu árini. Frá 2004 byrja kommunurnar meira ella minni at virka sum ein kommuna, men endiliga samanleggingin verður ikki fyrr enn 1. januar 2005, eftir at fólk í Kollafirði, Kaldbak, Havn, Argjum og Kirkjubø hava valt eitt býráð til at ráða fyri borgum í høvuðsstaðnum.