Parkinsonsjúklingar ynskja skipaði tilboð

Parkinsonfelagið harmast um, at fólk við Parkinson ikki eru partur av nýggju menningarætlanini fyri heilsuverkið.

 

Parkinsonfelagið harmast um, at fólk við Parkinson ikki eru partur av nýggju menningarætlanini fyri heilsuverkið.

- Vit tørva skipaði tilboð, sum eru lætt atkomulig hjá brúkarnum, so tað fellur lætt hjá tí sjúka at koma í gongd við venjing og at halda á. Serliga er venjing til fólk sum eru yngri enn 67 ein trupulleiki. Tey velja hetta frá, tí tað er so tungt at fara í gongd sjálvur og at melda seg til tey tilboðini sum eru blívur so dýrt, skrivar felagið.

 

 

Parkinsonfelagið sigur, at fyri tey er tað serliga umráðandi er at fáa skipað bílig ella ókeypis tilboð um venjing.

 

Parkinsonfelagið sigur, at hóast tað næsta ár eru 200 ár liðin, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest og navngivin, so er enn eingin lekidómur funnin.

- Støðan er álvarslig, tí ikki einans er eingin leking fyri Parkinson, men manglandi møguleikar eru at fáa skipaða bíliga ella ókeypis venjing, sum er so stórur partur av viðgerðini, skrivar felagið.

 

Parkinsonfelagið vísir eisini á, at fólk við Parkinson hava stóran tørv á millum annað sálarligari hjálp, men at hetta er trupult, tí fólk skulu rinda stóran ella allan part av viðgerðini sjálv.

- Parkinson krevur, at fakkunnleikin ígjøgnum alla sjúkugongdina kann veita hjálp og vegleiðing til tann sjúka og teirra avvarðandi. Tørvur er á tvørfakligum samstarvi við fólkum við serfrøði í Parkinson, um viðgerin skal verða munagóð.

 

- At fólk við parkinson ikki hava lætta atgongd til venjing, kostar føroyska samfelagnum baði menniskjaliga og peningaliga. Donsk kanning vísir at fólk, sum venja hava betri lívskvalitet, eru longri á arbeiðsmarknaðinum og eru longri í egnum heimi og harvið útseta tørvin á røktarheimsplássi, sigur Parkinsonfelagið.