Parkeringsvørðar hóttir við byrsu

Ein gerandisdag síðsta vetur skrivaðu parkeringsvørðarnir í Havn eina bót til ein bil, sum stóð ólógligani parkeraður í miðbýnum. Hetta fekk sinnið í kók hjá eigaranum, sum seinni hótti parkeringsvørðarnar við byrsu.

Tann 1. september var tað júst eitt ár síðani, at tey bæði, Ann-Mari Jensen og Thordur Thorsteinsson, byrjaði sum parkeringsvørðar í høvuðsstaðnum. Hetta hevur verið eitt ár við nógvum góðum upplivingum, men eisini einari stak óhugnaligari hending, siga tey bæði, hendan dagin vit hitta tey á politistøðini í Havn, har tey halda til.

? Eg kann skjóta til eina og hvørja tíð
Tilburðurin, sum tey bæði sipa til, fór fram seinasta vetur. Báðir parkeringsvørðarnir vóru staddir í miðbýnum í Havn. Annar teirra skrivaði eina bót til ein bil, sum stóð ólógligani parkeraður í M. Heinasonargøtu. Eigarin av bilinum, ið búði nærheindis, sá hetta og kom út. Hann skeldaði parkeringsvørðin út og hótti við bæði einum og øðrum.
Maðurin fór síðani avstað við bilinum, men løtu seinni koyrdi hann framvið Thordi. Við Thord segði maðurin seg hava byrsu, og hann legði afturat: ? Eg kann skjóta til eina og hvørja tíð. Tá ið maðurin segði hetta, tók hann ein lut av baksetrinum, ið at síggja til var meinlíkur eini byrsu, uttan at Thordur tó kann siga hetta við vissu.
Ann-Mari hevði tó sæð mannin fara frá húsum stutt frammanundan, og tá hevði maðurin eitt avlangt hylstur í hondini, og hon er sannførd um, at tað var ein byrsa, sum maðurin hevði við sær. Tá ið tey høvdu meldað tilburðin til løgregluna, var húsarannsókn gjørd heima hjá manninum, og har legði løgreglan eisini hald á eina byrsu.

Skelkurin kom aftaná
Tey bæði greiða frá, at maðurin var púra sansaleysur, tá ið hann hevði fingið bótina, og at hann lá og koyrdi sum eitt svakt har um leiðir, sum tey bæði, Ann-Mari og Thordur, vóru stødd. ? Soleiðis sum hann koyrdi ta løtuna, kundi tað lættliga staðist álvarsligur fólkaskaði av, sigur Thordur.
Beint tá ið maðurin hevði hótt tey bæði, vóru Ann-Mari og Thordur einki serliga ávirkaði av hesum, men tey siga bæði tvey, at skelkurin kom ikki fyrr enn aftaná. ? Eg haldi, at tað serliga var um kvøldið, tá ið man var komin til hús, og tankarnir fóru at mala í høvdinum, at skelkurin av álvara gjørdi vart við seg, sigur Ann-Mari.
Hóast skelkandi tilburðin fóru bæði Ann-Mari og Thordur aftur til verka beinanvegin. ? Vit fingu ótrúliga góða hjálp og uppbakning frá fólkinum á politistøðini. Her eru fleiri, ið hava upplivað líknandi hendingar, og tí vóru góð at tosa við. Harumframt kundu vit tosa við sálarfrøðing, sum er knýttur at løgregluni,um vit høvdu tørv á tí, greiðir Ann-Mari frá.

Hava tosað við mannin
Í einari roynd at fáa skelkin burtur, syrgdi løgreglan eisini fyri, at teir báðir parkeringsvørðarnir einar tvær vikur eftir tilburðin hittu mannin á politistøðini, har tey í felag tosaðu um tað, ið var farið fram. ? Maðurin segði seg harmast tað, ið var hent, og tað er heilt víst, at tað hevur hjálpt, sigur Thordur. ? Tað tykist sum um, at vit bara vóru á skeivum stað í skeivu løtu, soleiðis sum maðurin greiddi frá, sigur hann.
Hóast partarnir í málinum hava tosað saman, sleppur maðurin tó ikki undan at verða ákærdur fyri at hava hótt tænastufólk. Leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni, Bergleif Brimvík, upplýsir, at løgreglan hevur skrivað málið, og at tað nú er farið til ákæruvaldið, sum skal skriva ákærurit. Síðani heitir ákærin á Føroya Rætt um at áseta rættarfund, sigur hann.

Fólk eru fryntlig
Annars halda tey bæði, at fólk sum heild eru sera fryntlig. Tey siga seg bert hava havt tí einu keðiligu upplivingina, sum greitt er frá omanfyri. Áðrenn tey bæði byrjaðu í starvi, hevði ongin parkeringsvørður verið í Havn í eina tíð, og hetta merktist eisini. ? Nógv, sum arbeiða í miðbýnum settu bara bilin eftir vild, tí eingin parkeringsvørður var, og tí var trupult hjá øðrum at finna sær parkeringspláss í býnum, greiðir Thordur frá. Tá ið so tey vóru byrjaði sum parkeringsvørðar, gjørdist beinan vegin rúmligari í miðbýnum, og tað vóru fólk fegin um.
At tey eisini hava havt fleiri skemtiligar upplivingar, skerst heldur ikki burtur. Thordur minnist serliga aftur á eina hending, tá ið hann hevði givið einari konu bót. Konan kom til hansara og spurdi, um hann ikki kundi taka bótina aftur. Orsøkin var tann, at hon og maðurin høvdu veddað um, hvør fyrst fór at fáa parkeringsbót, Tann, ið fekk fyrstu bótina, skuldi vaska upp í eina viku, og nú hevði konan so fingið bót, og hon vildi fegin sleppa undan uppvaskinum.

Tørvur á fleiri parkeringsvørðum
Spurd um tað er nóg mikið við tveimum parkeringsvørðum í Havnini, siga tey bæði, at tað er tað als ikki. ? Vit skulu røkja alla kommununa, og fyri at røkka tí málinum er neyðugt við fýra parkeringsvørðum, halda tey bæði.
Í gerandisdegnum skriva tey bæði einar 40 bøtur í miðal, og tað røkkur væl og virðiliga til at dekka tær útreiðslur, ið eru av at hava parkeringsvørðar.