Parkeringsplássið á Vaglinum stongt árið út

Jólabýurin skal setast upp

Í sambandi við uppsetan av jólabýi, verður parkeringsplássið við ráðhúsið í Havn stongt fyri allari parkering frá mánadegnum 14. november klokkan 8 og árið út.

 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu síni. 

 

– Mánadagin 14. november verður Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið somuleiðis stongd fyri allari ferðslu frá klokkan 8 til 15, sigur kommunan.

 

Á myndini niðan fyri sæst økið, sum er stongt:

 

##med2##