Tað er ongin meining í, at tey parkeringsplássini, sum eru í miðbýnum í Havn, og har um vegir, skulu verða upptikin av bilum hjá fólki, sum eru til arbeiðis í Havn.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Nógv hevur verið tosað um parkeringsviðurskiftini í Havn, serliga í kjalarvørrinum á ætlanini at byggja Tjóðpall á Skálatrøð, og kanska musikkskúla við.
Borgarstjórin vísir á, at hvønn dag er tað ein hópur av bygdarfólki, sum koyra til Havnar til arbeiðis, og sin stórur partur av teimum parkera á Skálatrøð, har bilarnir kunnu standa allan dagin.
Og tað heldur hann ikki er rætt.
Hann hedur, at tey parkeringspláss, sum eru miðskeiðis í Havnini, skulu bara brúkast til stutttíðarparkering.
- Veðurlagið í Føroyum er soleiðis, at vit skulu hava bil, og vit vilja helst so tætt við handlar sum gjørligt, við bilinum.
Tí heldur hann, at tey, sum hvønn morgun koma til Havnar við bili til arbeiðis, eiga at fáa parkeringspláss í Gundadali, ella enn longri burturi.
- Har eru stór øki, sum kunnu takast til parkeringspláss og ein loysn er á veg á hasum økinum, leggur hann afturat.
- Har kunnu bilar standa heilar dagar, uttan at fáa parkeringsbót, sigur borgarstjórin.
Tað hevur eisini verið funnist at kommununi fyri, at hon sjálv hevur einar 30-40 bilar standandi á Skálatrøð.
Men Heðin Mortensen sigur, at nú verður arbeitt við at savna alla umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu undir sama tak í nýggja Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Vág, og so fylgja bilarnir við út ár, tí har eru nógv parkeringspláss.
- So verða tey parkeringsplássini tøk afturat á Skálatrøð, leggur hann afturat.










