Parkeringsplássini hvørva

Sum vit fleiri ferðir hava víst á her, so hevur Tórshavnar Býráð – við borgarstjóranum á odda – okkurt ímóti, at fólk parkera bilar í miðbýnum.

Býráðið hevur sum kunn­ugt tik­ið burt­ur fleiri park­er­ings­pláss í mið­bý­num sein­astu tíðina, og nú bý­ráð­ið hevur selt park­er­ings­pláss­ið í Tórsgøtu til Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Føroyar at byggja ho­tel á, so hvørva enn fleiri park­er­ings­pláss.

- Park­eringsplássini mugu víkja. Vit hava nógv onnur park­erings­pláss at vísa á. Vit skulu ikki hava so nógvar bil­ar í bý­num, vit hava eina fína ó­keypis buss­leið, so tað er ikki neyð­ugt við øll­um bilunum, segði Heðin Mort­en­sen við útvarpið.
Men góði borgarstjóri:

Hatta er ikki gott nokk. Stórur tørvur er á park­er­ings­plás­sum í mið­býnum, eisini stutt­tíð­ar­par­­kerings­pláss­um. Tað handilslív, sum enn liv­ir í miðbýnum, klárar seg ikki uttan parkeringspláss. Tak til dømis SMS, man tað bara vera til stuttleika, at SMS hev­ur bygt landsins størsta inn­an­dura parkeringspláss?

Tað er gott, at býráðið nørir um ment­an­ina í Mið­bý­num, og bæri­liga ætlanin hjá Trygg­­ing­ar­fel­ag­num Føroyar at byggja út Hotel Tórshavn er heilt víst á­hugaverd, men borg­­ar­stjór­in m­á vísa ein betri vilja mót­vegis bilferðslu í mið­býnumm.