Bergljot av Skarði
Hans Marius Johannessen
(sum brúka leiðina Gamlarætt-Skopun regluliga og gleða seg til Sandoyartunnilin)
___________________________________________
Tá ið tú sum rørslutarnað/ur fert við bilferju í Føroyum, mást tú stilla teg í bíðirøð sum hini, sjálvandi. Men, tá ið tú kemur umborð á Teistan sum nummar 10 ella 15, endar tú í tínum bili mitt á dekkinum millum hinar bilarnar og als ikki tætt hjá lyftuni. Nú ber helst als ikki til hjá tær at fara úr bilinum og í lyftuna og at taka koyristólin fram og trilla yvir til lyftuna.
Um tú nú ikki ert einsamøll/mallur, men hevur ein hjálpara í bilinum, kann hjálparin fara til manningina og biðja um loyvi til at koyra umborð, so at tað passar við, at tú sleppur at parkera við lyftuna, hetta ber til. Men hjálparin má so í øllum veðri passa seg upp at vera fyri manningini, tá teir byrja at koyra umborð at avráða hetta, og um tit standa í oysregni sum nummar 20 bilur, er hetta rættiliga óhent.
Tað er gott pláss bæði á Gomlurætt og á Skopunar kei at gera parkeringspláss til rørslutarnað, tað kostar bara eitt sindur av máling. Um hetta varð gjørt, so hevði manningin beinanvegin sæð, at her er bilur, sum skal standa á ávísum stað á dekkinum, nevniliga við lyftuna. Tað er bannað – og sera óhugaligt - at sita í bilinum, meðan siglt verður.
ST yvirlýsing um javnrættindi teirra brekaðu er samtykt í Føroyum.