Parkeringspláss oman móti Skipar Hansens steini

Í løtuni eru teir í ferð við at gera parkeringspláss eystan fyri Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Tað er í sambandi við útbyggingina av ítróttarhøllini, at nýggi parkeringspláss verða gjørd, tí at nýggja høllin verður bygd á parkeringsplássið, sum er norðan fyri høllina.

 

Nýggju parkeringsplássini verða á grøna økinum millum Høllina og R. C. Effersøesgøtu – frá rundkoyringini oman ímóti Skipar Hansensens steini.

 

Tað var í desember, at býráðið í Havn samtykti, at Høllin á Hálsi skal byggjast út til dupulthøll soleiðis, at fullur hondbóltsvøllur kemur afturat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

 

Umframt at veita umstøður til aðrar ítrottagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar, so skal høllini esini kunna brúkast til tiltøk hjá vinnuni, so sum framsýningar, handilsmessur, ráðstevnur og til konsertir, framsýningar, samkomumøti og annað.

 

Í høllini verður pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum alt eftir uppseting.

 

Sambært Tórshavnar býráð, so verða fleiri enn 100 nýggj parkeringspláss gjørd kring høllina.