Parkeringsviðurskiftini úti á Reyni í Havn eru út av lagi vánalig. Her er púra einki skil í, tí fólk parkera bara sum best ber til, og kommunan vil einki gera, parkeringsvørðirnir hava fingið forboð ímóti at ganga her.
Soleiðis sigur John Johansen, sum býr í Reynagøtu 18 úti á Reyni í Havn.
Hann er sera misnøgdur við, at kommunan kann lata eitt øki mitt inni í sonuni í Havn soleiðis liggja í lógloysi, hvat parkering viðvíkur.
Seinastu fjórðingsøldina hava parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum verið skipað við tíðaravmarkaðari parkering í miðbýnum. Men úti á Reyni hevur kommunan gjørt eitt undantak, og hetta veldur íbúgvunum nógvar trupulleikar, tí fólk, sum arbeiða ymsastaðni kring Reynið seta bilar sínar har fyri dagin.
Eitt vikuskiftið her fyri slapp eg ikki inn í kjallaran, tí ein bilur stóð parkeraður fyri kjallarahurðina alt vikuskifitð. Eg vendi mær til løgregluna, men teir kundu einki gera, og maðurin, sum átti bilin, var farin í Sandoynna at ferðast, sigur John Johannessen, sum hetta vikuskiftið ikki fekk motorsúkklu sína út úr kjallaranum.
Hann heldur hetta ikki vera rætt, og rópar nú varskó.
Fyrr vóru tað fyri tað mesta heilsusystrarnar, sum arbeiða í Kristnastovu, sum parkeraðu her. Tá var trupulleikin ikki so stórur, tí vit heittu bara á tær um at flyta bilarnar, tá teir stóðu í vegin, og tað var ongantíð nakar trupulleiki. Men nú er trupulleikin so stórur, tí vit vita ikki, hvør eigur allar bilarnar, vísir John Johansen á. Hann sigur, at tað eru fólk, sum arbeiða í landsumsitingini í Tinganesi, hjá tryggingarfeløgunum, í Landsbankanum og øðrum stovnum kring Reynið, sum parkera har.
Skuldu boð verið eftir sløkkiliðsbilum ella sjúkrabilum, so hava teir ongan kjans at sleppa forbí, sigur John Johansen.
Íbúgvar í gomlu Havnini hava fleiri ferðir vent sær til Tórshavnar Býráð fyri at fáa eina skipan í lag, soleiðis at íbúgvarnir hava møguleika at parkera. Men hesum ynski hevur býráðið blankt afturvíst, tí kommunan kann ikki gera mun á borgarum í býnum allir borgarar skulu hava somu rættindi, sigur kommunan, sum kortini hevur gjørt eitt undantak: Tað snýr seg um løgmann og landsstýrismenninar, sum starvast í Tinganesi. Teir hava fingið eina serskipan, so teir sleppa at parkera so leingi teir vilja.
Men hesi rættindi heldur Tórshavnar Kommuna ikki, at tey sum búgva á Reyni í Havn skulu hava.










