Leygardagin skipar Tórshavnar kommuna fyri Tórsdegi. Hetta ávirkar parkeringina kring Gundadali bæði fríggja- og leygardagin - millum annað til toppdystin í fótbólti í kvøld. Tórshavnar kommuna boðar frá, at allir atkomuvegir til vøllirnar í Gundadali verða stongdir frá fríggjamorgni klokkan 8 til leygardag klokkan 19. Talan er um økini við Badmintonhøllina og við Gundadalshøllina.
Tí er neyðugt hjá teimum, sum vilja hava bil við sær í Gundadal, at parkera aðrastaðni - millum annað tey, sum skulu til toppdystin millum B36 og Víking í Gundadali í kvøld.
Parkeringsøkið við Svimjihøllina, ÍSF-húsið og eystan fyri Tórsvøll er opið, og fleiri onnur parkeringspláss eru eisini nærhendis Gundadali. Eitt nú kunnu nevnast parkeringsøkið við Ansni, við Ítróttarhøllina á Hálsi, á Hálsi, við Bowlinghøllina, við Tórsbreyt, Við Norðurlandahúsið/Kringvarpið og við SMS. Fleiri av hesum hava tó tíðaravmarking fram til klokkan 19, so týdningarmikið er, at fólk minnast til at seta parkeringsskivuna, áðrenn farið verður í Gundadal.









