Tvørafólk, og onnur, sum hava ørindi á Tvøroyri, skulu nú venja seg við at møguleikarnir at parkera í miðbýnum á Tvøroyri, verða avmarkaðir. Í morgin verður nevniliga sonuparkering sett í gildi á Tvøroyri og tað merkir, at í miðbýnum verður bara loyvt at parkera í ein ella tveir tímar.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at hetta er eftir tilmæli í ferðslutrygdarætlanini, sum Tvøroyar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðani. Í hesum sambandi hevur ferðslunevndin hjá býráðnum, sum er tekniskanevnd, víðkað við koyrilærara og løgreglu, arbeitt við málinum.
Hann sigur, at sonuparkeringin verður framvið høvuðsvegnum á Tvøroyri, frá parkeringsplássunum omanfyri timburhandilin hjá Thomsen, vestur til bygningin hjá Tryggingini. Sonuparkering verður kortini ikki á plássinum við Posta og BankNordik.
Kristin Michelsen sigur, at at tað er ikki rímiligt, at fólk, sum eru til arbeiðis í miðbýnum, seta bilin fyri dagin á parkeringsplássunum mitt í býnum.
- Tað er ikki ætlanin, at fólk skulu seta bilin fyri dagin í sjálvum miðbýnum, sigur borgarstjórin. Avleiðingin er, at fólk, sum hava styttri ørindi í miðbýnum, sleppa ikki av við bilin, sigur hann. Og ætlanin við sonuparkeringini er nettupp at geva teimum betri umstøður at sleppa av við bilin.
|