Herfyri varð sett upp eitt ferðsluskelti við parkeringsforboði uppi í Niels Finsensgøtu í Havn.
Pílurin á forboðsskeltinum peikar niðan eftir gøtuni.
Eingin pílur peikar oman eftir, men kortini eru bøtur givnar eini bili, sum hevur parkerað niðanfyri.
Axel Lützhøft býr beint har.
Hann sá skeltið og setti bil sín niðan fyri.
- Nú eri eg troyttur av hesum. Eg havi fingið fleiri parkeringsbøtur, men eg eri sannførdur um, at eg havi loyvi at seta bilin har, sigur Axel Lützhøft.
Hann hevur verið á politistøðini og kært sína neyð, men ikki hevur borið til at fáa nakra vegleiðing.
Thordur Thorsteinsson veit um trupulleikan, og hann er samdur í, at bilurin hjá Axeli Lützhøft hevur verið parkeraður lógliga.
- Eg veit ikki hví, hasar bøturnar eru skrivaðar, men nú verða tær so strikaðar, sigur Thordur Thorsteinsson.