Parkeringin avgreidd

Vaktarhald og rakstur av parkeringsøkinum við flogvøllin vórðu herfyri boðin út. Vága Vaktarhald vann lisitatiónina og rekur nú parkeringsplássið fyri Landsverk

Parkeringsviðurskiftini við flogvøllin eru nú komin í fasta legu. Vága Vaktarhald fer í framtíðini at ansa eftir, at alt er, sum tað skal vera, á parkeringsplásusnum.
Herfyri beyð Landsverk eftirlitið við parkeringsøkinum við flogvøllin út, og áhugin var stórur, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landverki.
Hann sigur, at tað vóru 25, sum bóðu um tilfar, og at níggju teirra eisini løgdu boð inn. Har vóru bæði fólk og feløg, sum høvdu royndir við slíkum, og eisini onkur, sum ongar royndir hevði. Eisini var onkur útlendingur imillum, sigur hann. Ymsar fortreytir skuldu lúkast, áðrenn tikið varð av nøkrum tilboði.
Valt vaðr at taka av tilboðunum hjá Vága Vaktarhaldi, sum hevur umsitið parkeringina fyri Landsverk í einum royndartíðarskeiði, síða parkeringsplássið varð víðkað.
Oyvindur Brimnes sigur, at tað hevur roynst væl hesa tíðina, fólk hevur verði javnt á staðnum og hildið skil á parkeringini. Langtíðaøkið eystan fyri vegin oman til terminalin er mestsum alt innihegnað, og ætlanir eru um at hegna økið hinumegin av eisini. Sum er, standa bara nakrir betongblokkar sum avmerking. Men í løtuni eru pengar ikki tøkir til hegn, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann letur at, at síðan vakt kom á økið, er væl betri skil komið á stutttíðarparkeringina eisini. Nú er tíðaravmarkað parkering á plássinum beint framman fyri terminalinum, og tað ger, at tað altíð ber til at fáa parkeingspláss har.
Vága Vaktarhald hevur ætlanir um at gera eina heimasíðu, har víst verður til prísir fyri parkeringina, eins og upplýsingar um onnur viðurskfti, sum hava við parkeringsøkið at gera, eisini verða lýst. Seinni verður møguliga eitt vevkamera sett upp, so altíð ber til at síggja, hvussu til stendur við parkeringsplássum á økinum.