Paris brúður í London

Farna vika var mótavika í London, men sambært The Sun, prátaðu øll um Paris, altso Paris Hilton, ið tók øll av bóli, tá hon sýndi klæði fram fyri sniðgevan Julien MacDonald.

Luttøkan hjá Paris var hildin loynilig fyri øllum, og varð ikki avdúkað fyrr enn Hilton arvingurin byrjaði  mótaframsýningina á Catwalkinum í einum gráum taft veitslukjóla. Paris sýndi eisini ein lítlan silvur kjóla og ein enn minni gull kjóla og endaði framsýningina sum brúður.
Julien MacDonald segði seg vera avbera væl nøgdan við sýningina hjá Paris, hann var sera gávumildur við jaligu lýsingarorðunum um hana.