Paraspælarar fylgja HB og B36

Stórsteypadysturin: Parafótbóltsspælarar fara at fylgja liðunum hjá HB og B36 á vøllin

Hesa vikuna skipar altjóða felagsskapurin CAFE (Centre for access to football in Europe) for “Week of Action”, ið hevur til endamáls at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Vikan hevur fingið heitið #TotalAccess, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

 

Les eisini: Skaðar herja í B36

 

Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar skrivaði í januar mánað undir samstarvsavtaluni, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring alt landið. Ein náturligur partur av hesum er tí eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvøllirnar kring landið.

 

Les eisini: HB vil hava steypið

 

FSF luttekur í #TotalAccess vikuni við, at parafótbóltsspælarar fara at fylgja liðunum hjá HB og B36 á vøllin í samband við Stórsteypadystin hjá monnum, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. mars klokkan 17:00.

 

Sum partur av samstarvinum við CAFE og Parasport Føroyar verður seinni í ár skipa fyri verkstovu, har umboð frá CAFE koma at kunna føroysku feløgini um, hvussu ein tryggjar góð atkomuviðurskifti fyri øll. Samstundis koma umboð fyri CAFE eisini at hyggja eftir nøkrum leikvøllum og koma við uppskotum til betring.

 

FM1 sigur frá Stórsteypadystinum millum HB og B36. Dysturin byrjar klokkan 17 og FM1 byrjar at senda klokkan 16.30.