HM Bólkur B
Roque Santa Cruz úr Baeryn München, Melson Valdez úr Werder Bremen og rutineraða José Cardozo.
Tað eru tey trý nøvnini, sum Paraguay mest sannlíkt hevur á toppinum, tá spælt verður í Týsklandi, og hetta eigur í sjálvum sær at vera nóg mikið til at halda bæði Ongland og Svøríki árvakin.
Hóast fjallalandið í Suðuramerika ikki telist millum HM-favorittarnar, so er eingin ivi um, at talan er um eitt lið, sum á sínum góðu døgum kann spæla upp ímóti teimum allarbestu. Nærum av siðvenju spælir liðið við einum verjukendum útgangsstøði, har ein væl skipað verja tekur broddin úr flestu álopum, og við skjóta umstillingsspælinum kann ganga heilt skjótt, til møguleikar verða skaptir til teir tríggjar á toppinum. At liðið hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum tríggjar tær seinastu ferðirnar, sum teir hava tikið lut í HM, er enn eitt faktum, sum týðiliga undirstrikar álvaran í hóttanini.
Henke og Zlatan - vit og óskil
Tað skal tó ikki valda ivi um, hvørjir favorittarnir í bólkinum eru. Hóast Ongland, sum nevnt aðra staðni á síðuni, hevur sínar trupulleikar at dragast við, so vil alt annað enn víðari luttøka í HM vera ta rokna sum ein veldug katastrofa fyri fótboltsins móðurland.
Og frálíka rákið, sum Svøríki hevur upplivað í skjótt nógv ár, skal heldur ikki tileinkisgerast. Eins og Parahuay, so hevur grannatjóð okkara eitt frálíkt álop, har tað serstakliga eru skilagóði Henrik Larsson og - til tíðir - skilaleysi Zlatan Ibrahimovic, ið gera um seg.
Ikki minst er Zlatan lykilin, sum kann opna mótstøðuverjurnar. Freka persónligheitin og stóra egoið hjá svianum við bosniskum rótum, er eisini altíð eitt áhugavert fyribrigdi hjá fjølmiðlunum, men spurningurin er, hvørt hetta eisini kann skapa órógv í annars harmonisku svensku landsliðsleguni.
Afturat teimum báðum kunnu leggjast krútsterkir spælarar sum Andreas Isakson í málinum, Olof Mellberg í verjuni og Fredrik Ljungberg á miðvøllinum. Saman við sterka kollektivinum, sum altíð hevur eyðkent svenska landsliðið, eru hetta spælarar, sum hava bæði viljan og evnini til at røkka langt. Men um tað verður somikið langt, sum liðið kom við bronsumerkjunum í USA fyri 12 árum síðani, er ein opin spurningurin.
Prügelknabe
Seinasta liðið í bólki B er Trinidad og Tobago, sum av nógvum verður mett sum veikasta liðið í HM yvirhøvur.
Tað skal tó havast í huga, at liðið hóast alt eisini telur nøkur nøvn, sum hava ein góðan klang í altjóða fótbóltshøpi. Shaka Hislop hevur eftir hondini nógv ár á baki sum málverji í fremsti ensku deildini. Stern John hevur til tíðir víst stórar møguleikar sum álopsspælari, og so er tað sjálvandi Dwight Yorke. Skjótt 35 ára gamli framherjin rakk absoluttu tindunum, tá hann í 1999 var við á søguliga treble-vinnandi liðnum hjá Manchester United, men síðani hevur tó gingið skjótt skeiva vegin. Sveimandi lívsførsla hansara hóvaði ikki stranga Sir Alex Ferguson í Manchester United, og umvegis eina minni væleydnaða millumstøð í Blackburn, er spælarin nú at finna í australska FC Sydney. Men hóast alt kann hann breggja sær av, at tað í ár eydnaðist teimum at vinna australska meistaraheitið.










