Á fólkatónleikarøkinum hevur tónlistarligt samstarv verið millum Føroyar og Hetland í 30 ár, men nú er samstarv eisini komið í lag á rokkøkinum. Hetta vikuskiftið hevur Paradox spælt tvær konsertir í Hetlandi. Fyrra konsertin var í lítlu bygdini Brae har norðuri í Hetlandi. Á hesi konsert spældi Paradox saman við hetlendska tungmálms bólkinum Betuman River. Henda konsert gekk sum so væl, men talið á áskoðarum var so sum so.
Betri gekk kvøldið eftir, tá Paradox spældi í Scalloway Hall í Scalloway. Hetta kvøldið spældi Paradox saman við hetlendsku bólkunum Lost Agenda og 10 Ton Dozer, og sambært Kristiani Blak, ið var á konsertini, var konsertin sera væleydnað. Hópin av tannáringum vóru savnaðir í Scalloway Hall, og Paradox var tann bólkurin, ið fekk flest fólk upp á dansigólvið. Ungu føroysku popppunkararnir eru 16 og 17 ára gamlir og fullu væl í smakkin hjá ungu hetlendsku konufólkunum. Somikið væl gekk, at aftan á konsertina segði hetlendski fyriskiparin við Paradox, at bólkurin var vælkomin aftur, Anytime.
Konsertirnar eru komnar í lag gjøgnum fólkatónleikin. Paradoxsangarin Heini Corfitz er limur í Spælimonnunum, og hevur í hesum sambandi vitja í Hetlandi við spælimanstónleiki, og nú vildi hann fegin aftur til Hetlands við rokktónleiki. Bæði á ferðini við Spælimonnunum og í ungu spælimonnunum er hann komin í samband við hetlendskar fólkatónleikarar, ið eru virknir á rokkpallinum, eisini so tí var lagamanni at skipa fyri konsertferðini.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ hittir í dag avstraliumannin David Cock, ið skipar fyri konsertum í Hetlandi, saman royna teir at fáa eina ætlan í lag, har føroyskir rokkbólkar sleppa til Hetlands at spæla, og hetlendskir bólkar sleppa til Føroyar at spæla. Í hesum sambandi hevur Kristian sett seg í samband við G!Booking og Margarinfabrikkina.<BR>Kristian sigur, at hesin David Cock er áhugaverdur á fleiri økjum, tí helvtina av árinum skipar hann fyri tiltøkum í Hetlandi og helvtina av árinum fyri tiltøkum í Avstralia. Tá hann um eina tíð fer til Avstralia verður tað við fullur kufferti av føroyskum tónleiki.
Paradox kemur heimaftur til Føroyar við Norrønu mikudagin.