Paradise-vitjan í Havn og Klaksvík

Tveir av luttakarunum í donsku sjónvarpsrøðini Paradise Hotel vitja í Havn og í Klaksvík um vikuskiftið. Jacob og Simone fara at heilsa upp á gestir á tveimum dansistøðum. Fleiri av luttakarunum í ársins Paradise Hotel røð hava vitjað og skulu vitja í Føroyum komandi tíðina.

 

Hetta vikuskiftið eru tað tey bæði Jacob og Simone, sum leggja leiðina forbí í Føroyum. Tey fara at heilsa upp á gestir, standa í barrini og hugna sær saman við fólki á dansistøðum í Havn og í Klaksvík.

 

Í kvøld vitja tey í Rex í Havn, og í annaðkvøld verða tey í Club 700 í Klaksvík.