Paradise Hotel finalutiltøk

Hetta vikuskiftið vitja luttakarar í Paradise Hotel í Havn og á Tvøroyri. Vitjanin er í sambandi við finaluna í ársins sjónvarpsrøð. Hesa vikuna er finaluvika í Paradise Hotel sjónvarpsrøðini, og í tí sambandi koma Daghan, Lis og Nichlas til Føroya um vikuskiftið. Ulven Peter, sum vann kappingina í fjør og hevur verið nógv umtalaður í Danmark, verður eisini í Føroyum um vikuskiftið.

 

Fríggjakvøldið verður finalutiltak í Rex í Havn, og har fer Kristel Lisberg eisini at syngja.

 

Leygarkvøldið verða tey á Seglloftinum á Tvøroyri, og tá verður DJ Max eisini við til at undirhalda.