Tað er ikki fyri tað góða, at Føroyar prýða forsíðuna á Ekstra-Blaðnum, sum kom á gøtuna í morgun. Við yvirskriftini: Paradis for pedofile, hevur blaðið umvegis samrøður við fleiri føroyingar sett fokus á pedofili í Føroyum. Í greinarøðini verður víst á, at hóast Føroyar hava metlág hagtøl fyri kriminalitet sum heild, so eru hagtølini fyri pedofili tríggjar ferðir hægri enn tilsvarandi donsku tølini.
Á heimasíðuni, www.eb.dk, eru fleiri av greinunum endurgivnar, og eisini síggjast videobrot av fleiri av samrøðunum, sum liðið hjá Ekstra Blaðnum hevur gjørt á ferðini.








