Klaksvík:
Televarpið hevði køtilboð upp á sínar móttakarar týsmorgunin 1. apríl, tá tað byrjaði at senda í Klaksvík. Undirtøkan var avbera góð, og einir 85 ella 90 móttakarar vórðu seldir í teimum trimum sølubúðunum, har teir vóru at fáa. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað má metast at vera avbera gott, tí so gott sum hvørt hús í Klaksvík hevur parabolskipan.
Men tað letur sostatt til, at klaksvíkingar og norðoyingar annars eru við at troyttast av teimum stóru tallerkunum, sum mugu hanga ella standa uttanfyri teirra hús, um tey skulu síggja annað enn Sjónvarp Føroya. Tað sást á sølutølunum hjá Televarpinum henda dagin.
Pól Sundsskarð, leiðari í Telebúðini í Klaksvík, sum var ein av trimum sølubúðum týsdagin, er púra ovfarin av undirtøkuni.
? Tað var ikki væntandi, at undirtøkan fór at vera so góð í einum parabolbýi, sum Klaksvík er, men tað frøast vit so sanniliga um, sigur hann.
Tá Televarpið av fyrstan tíð byrjaði at senda í høvuðsstaðnum, rendi tey seg í eina ørgrynnu av byrjunatrupulleikum, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki í Klaksvík.
? Fólk hava frá fyrstan tíð fingið at vita, at um tey vilja síggja Televarpið, so mugu tey keypa eina nýggja antennu, og tað hevur óivað gjørt sítt til, at ongin klaga er komin hesar fyrstu dagarnar, heldur Pól Sundsskarð.
Hann heldur fram, at viðskiftafólk fingu kassan kláran heim við. Tað vil siga, at tey innlósu allar rásirnar í sølubúðini, áðrenn fólk fingu kassan heim við. So tað einasta teimum nýttist at gera, var at seta antennuna upp og so stikkið í, so kundu tey síggja Televarpið.
Spurdur um, hví hann heldur, at undirtøkan var so góð, sigur Pól, at tað kann væl vera, at fólk eru við at troyttast av parabolunum, og fleiri at teimum kunnu eisini vera nógv slitinir nú, tí tað eru nú vorðin nøkur ár síðani, at parabol sást á so gott sum hvørjum húsaveggi í Klaksvík.
Um góða undirtøkan hjá Televarpinum fer at halda fram, tað fer at síggjast teir komandi dagarnar.