The Guardian veit at siga, at Frakland nú hevur fráboðað, at stórbýirnir, París og Marseille, eru at rokna sum hávandaøki fyri korona-smittu.
Triðja dagin á rað siga franskir myndugleikar, at Frakland hevur havt fleiri enn 2500 nýggjar smittutilburðir um dagin.
Sambært The Guardian hava fraklendingar staðfest smittutilburðir í øllum aldursbólkum, tó at vøksturin er størstur millum ung vaksin í aldrinum, 25 til 35 ár.
Somu gongd hava eisini onnur lond sæð hesa seinastu tíðina.
Millum hesi eru eitt nú Noreg og Svøríki, sum hava heitt á yngra ættarliðið um at ansa sær - ikki savnast í stórum bólkum og halda ásetingar um smittuverju.