Umhvørvi
Eiði verður royndarbygd í nýggju pappírsskiljiætlanini hjá IRF. Royndartíðin verður frá 19. december í ár til 3. apríl komandi ár.
Eftir umbøn frá IRF hevur bygdarráðið á Eiði játtað at luttaka í hesi royndarskipanini við pappírsinnsavningini, sum nú fer í gongd.
At talan er um eina royndarskipan, kemst av, at IRF vil vera so væl fyrireikað sum gjørligt, áðrenn farið verður í gongd av álvara. Soleiðis at teir trupulleikar, sum altíð vilja verða við eini nýggjari skipan, kunnu roynast í eini vanligari bygd og so rættast, so hvørt teir vísa seg. Royndin á Eiði fer at vera í fyrsta ársfjórðingi av 2001.
At tað júst er Eiði, sum vald er út til royndarkoyringina, kemst av, at Eiði varð vald Føroya reinasta bygd í fjør. Tí varð hildið so líkatil, at royndin varð gjørd har.
Heiman fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti verður bygd ein høll, har pappír og papp skal skiljast til endurnýtslu.
Eins og vanligt er í londunum uttan um okkum, ætlar IRF nú eisini, at nýtiligt burturkast skal koma aftur til heiður og æru her heima. Jarn og tílíkt, sum brúkast kann aftur, verður sum er flutt av landinum til endurnýtslu. Nú er so eisini ætlanin, at papp og pappír skal skiljast við tí fyri eyga at kunna brúkast aftur.
Nú er tað so, at fólk hava vant seg við, at alt burturkast verður beint burtur hvørt um annað. Tí verður tað ein broyting, sum nú verður, tá pappírið skal brúkast aftur.
Broytingin verður í høvuðsheitinum, at nú skal burturkastið skiljast. Reint papp og pappír skal koyrast í ein serligan posa, sum IRF fer at bera í hvørt hús á Eiði ein av komandi døgunum. Fólk skulu so venja seg við at skilja frá tað, sum skal í hendan posan, meðan annað burturkast sum vanligt fer í gamla posan.
Á nýggja posanum, sum borin verður út, fer at standa nágreiniliga, hvat skal í hann. Soleiðis fer tað at lætta væl um hjá fólki, nú tey fyrstu tíðina skulu venja seg við nýggju skipanina.
Ein onnur broyting í hesum sambandi verður, at fjóðru hvørja viku, tá hesin pappírsposin verður heintaður, verður vanligi ruskposin ikki tikin. Tí verður neyðugt hjá fólki at hugsa seg væl um, tá ruddað verður. Ansast má eftir, hvussu beint verður burtur, soleiðis, at bert tað, sum mest neyðugt er, fer í posan hesar báða vikurnar, hann kemur at standa.
Er til dømis okkurt turt og reint, sum kortini ikki skal í pappírsposan, eigur tað at verða sett við síðuna av vanliga ruskposanum.
IRF hevur bingjupláss í øllum bygdum. Soleiðis eisini á Eiði. Har hevur bingjuplássið bara staðið opið, og fólk eru so komin við ruski, tá til bar. Tað hevur eisini riggað væl, og reint og nossligt hevur verið rundan um.
Nú verður tó ein týðansi broyting. Tí nú verður bingjuplássið bara opið ávísar tíðir í vikuni. Men so verður afturfyri fólk á staðnum, sum kann leiðbeina fólki og siga teimum, hvar tað ymiska ruskið skal koyrast. Upplatingartiðirnar eru lýstar í skrivi, sum hvørt húsarhald á Eiði hevur fingið.
Eitt sokallað ruskhefti, IRF Ruskhefti 2001, verður sent út í samband við endurvinningarætlanina. Fyribils verður heftið sent hvørjum húsarhaldi á Eiði í samband við royndarskipanina. Men ein faldari fer at verða sendur hvørjum húsi í landinum, tá endaliga skipanin fer í gongd komandi vár.