Tað borgarliga Danmark skal nokk finna seg sjálvan aftur eftir ein valdyst, har blái blokkur misti meiriluta, og har Vinstri at enda heldur vildi skipa eina stjórn millum Vinstra og Javnaðarflokkin.
en tað krevur, at júst Vinstri sleppur tankanum eina SV-stjórn. Tað segði Søren Pape Poulsen, formðaur í Konservativa flokkinum í Danmark, á fólkafundinum á Bornholm í gjár.
– Á vegnum vóru vit helst nøkur, ið vórðu ovfarin av nýggju støðuni hjá Vinstra í donskum politikki, sigur Pape vísandi til, at Vinstri ynskti fleiri pengar til almenna geiran.
– Stór sæð allur pengakassin var tømdur, og hvør króna markað til størri almennan sektor. Eg vil siga, at eg sjálvur upplivdi »Forundringens øjeblik«. Eg vóni, at tað var bara hesa løtuna.
– Nakað, sum gongur yvir av sær sjálvum, segði Pape.
Virkandi løgmálaráðharrin vísir á, at Vinstra-formaðurin og virkandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, stutt inni í valstríðnum gav út samrøðubókina »Befrielsen øjeblik«.
Í bókini luftaði Løkke tonkum sínum um eina møguliga SV-stjórn. Móti endanum í valstríðnum, ja faktiskt dagin fyri valið, gjørdi Løkke so SV-tankan til sítt fyrsta val.
Harvið droppaði Løkke endaliga at halda fram í stjórn við Liberal Alliance og Konservativu.
Sambært Pape skal Vistri vera við til at enduruppbyggja tað borgarliga Danmark saman við teimum konservativu.
– Men tað kann ikki henda, tá man sleppur tankanum um, at fyrstavalið er ein stjórn Javnaðarflokkinum. »Kom hjem, kom hjem, oh kom dog hjem«, sigur Pape.
Tey Konservativu høvdu eitt gott val og tvífaldaðu talið at tingfólki frá 6 til 12. Og tey fólkini skulu í arbeiðsklæði, sigur Pape. Eisini við eini møguligar javnaðarstjórn, sum Mette Frederiksen í hesum døgum roynir at skipa.
Tað er brúk fyri einum sterkum borgarligum mótspæli til danksa vinstraveingin, sigur Pape.
/ritzau/